At bryggja sær ein kopp av té, hjálpir til at gira niður og njóta løtuna, sum er. Føroyska náttúran er á tremur við urtum og blómum, sum stuðla undir júst hesum endamáli og okkum tørvar einans at taka hendan aldagamla siðarv uppaftur, fyri at merkja fyrimunirnar.

Hoyr innslag frá Góðan Morgun Føroyar

Téið verður pakkað í posar á 25 gr. og fyrstu trý sløgini eru hesi:

URT nr. 1

Nota, mynta, kannubjølluvísa & fennikufræ

URT nr. 2

Nota, fennikufræ & anisfræ

URT nr. 3

Mynta, Baldursbrá, lyngblóma & hyllublóma

FØROYSKA NÁTTÚRAN OG TÉ

Føroyska náttúran goymir uppá eina heilt serliga smakkiuppliving, sum ikki fæst til høldar aðrastaðni. URT er nýstovnað felag, sum Durita Hansen úr Havn hevur sett á stovn. Felagið kannaði í fjør samansetingar av føroyskum urtum, við tí fyri eyga at menna og framleiða føroyskt urtaté. Uppskriftin til trý serstøk føroysk urtaté er funnin. Smakkiroyndir eru gjørdar, ið staðfestu, at undirtøkan er sera góð.

Í summar 2022, er ætlanin at koma á marknaðin við 2022 pakkum av føroyskum urtatéi.

Helvtin av tilfarinum til té-ið er dyrkað á egnum stykki og helvtin eru villar urtir, sum loyvi er fingið til vega at taka.

Meira um endamálið við fyritøkuni

Ein góður témuður, er sum at fáa eitt klemm innanífrá. Tey flestu av okkum liva ein hektiskan dagligdag, við nógvum dagligdagsstressi. At bryggja sær ein kopp av té, hjálpir til at gira niður og njóta løtuna.

Føroyska náttúran er á tremur við urtum og blómum, sum stuðla undir júst hesum endamáli og okkum tørvar einans at taka hendan aldagamla siðarv uppaftur, fyri at merkja fyrimunirnar.

Share this post