Um

Í einum heimi, sum gongur alsamt skjótari, gevur te okkum møguleika at seta ferðina niður og skapa djýpri samband við okkum sjálvi og umhvørvið rundanum okkum. Hetta, at geva sær tíð og liva í samspæli við náttúruna er ein týðandi partur av okkara filosofi.

Hoyr innslag frá Góðan Morgun Føroyar

URT høvuðsblandini eru hesi:

URT nr. 1

URT Bland nr. 1

Nota, mynta, kannubjølluvísa & fennikufræ

URT nr. 2

URT Bland nr. 2

Nota, fennikufræ, anisfræ, kumman & lyngur

URT nr. 3

URT Bland nr. 3

Mynta, baldursbrá, lyngblóma & hyllublóma

Serstakt føroyskt urtate

URT, varð stovnað av Duritu Hansen í 2022, tá hon setti sær fyri at skapa serstakt føroyskt urtate. Í 2022 lat URT úr hondum trý urtabland, sum vórðu væl móttikin. Hesi trý urtabland hava staðið sum ein týðandi partur av útboðnum síðani.

URT leggur dent á burðardygd, og helvtin av okkara tilfari til teið verður dyrkað á egnum jarðarstykkjum, meðan hin helvtin eru villar urtir, sum vit hava fingið loyvi at heysta. Í onkrum av okkara blandum nýta vit eisini útlendskar urtir fyri at skapa eitt fjølbroytt úrval av smakkum. Tó eru okkara serbland, sum vit framleiða við føroyskari náttúru sum íblástri, altíð 100% føroysk og innihalda einans urtir úr Føroyum.

Okkara endamál.

Hjá URT er okkara visjón at endurskapa sambandið millum menniskju og náttúru. Ein góður koppur av te er sum eitt klemm innanífrá og minnir okkum á okkara djúpa samband við náttúruna. Í einum skundmiklum heimi, gevur te okkum møguleika at steðga á, seta ferðina niður og njóta tær smáu løturnar. Føroysku urtirnar stuðla undir hesum endamáli, og eru harumframt ein máti at fáa føroysku náttúruna inn í hvønn dag.

Deil